Ford er mest seldi bilur

Bæði í maimánaði og fyri ársins fimm fyrstu mánaðir er Ford nummar eitt í Føroyum – sum Føroya mest seldi bilur.

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni.

Í mai í ár eru seldir 28 Ford bilar í Føroyum. Næstfremst eru Toyota og Volkswagen við 26.

Men hyggja vit eftir seldum bilum higartil í ár, so liggur Ford greiðari á odda. Seldir eru 153 Ford biar, 127 Volkswagen og 106 Toyota . 

Bilasølan mai 2020:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

28

TOYOTA

26

VOLKSWAGEN

26

RENAULT

25

KIA

15

VARIANT

15

MERCEDES-BENZ

13

VOLVO

13

PEUGEOT

12

BRENDERUP

10

 

 

Tað sermerkta við bilasøluni í mai er, at ikki færri enn tvey merki av viðfestisvognum eru á topp 10 listanum: Variant við 15 seldum vognum og Brenderup við 10.

 

Bilasølan januar-mai 2020:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

153

VOLKSWAGEN

127

TOYOTA

106

RENAULT

95

KIA

89

VOLVO

53

MERCEDES-BENZ

44

BRENDERUP

39

NISSAN

37

MITSUBISHI

33