Magnus Gunnarsson
Møguliga verður tað Ford Fusion, ið loysir hendan trupulleika
Tá sølustjórin hjá Ford herfyri var á vitjan í Føroyum, bóru teir hjá Wenzel uppá mál við hann, at teir saknaðu ein bil ístaðin fyri Escort vørubilin, sum var ein rúmligur vørubilur til sera kappingarføran prís. Teir vóru t.d. nógv seldir sum arbeiðsbilar hjá fyritøkum og bøndurnir vóru væl nøgdir við teir.
Høgur og rúmligur
Ein møguleiki, teir samráddust um, var at umbyggja Ford Fusion, sum kemur á marknaðin síðst í hesum ella fyrst í komandi ári, til vørubil til føroyska marknaðin. Ford Fusion er ein mini MPV, ið er bygdur yvir nýggja Fiesta plattformin, men er nakað størri enn Fiesta. Motorarnir verða teir somu sum í Fiesta. Bilurin er høgur frá vegnum og sera rúmligur. Hvussu ein tílíkur bilur verður móttikin valdast prísin og hvussu arbeiðsvinarligur Fusion verður.