Ford mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár

Men Nissan er mest seldi bilur í juni mánaði, tá tað vóru seldir fleiri bilar, enn í juni mánaði síðsta ár.

Hagtølini frá Akstovuni yvir seld akfør fyrra hálvar í ár vísa, at Ford er mest seldi bilur í ár við 179 bilum. Næstur Ford er Volkswagen við 158 bilum og síðani Toyota við 135 bilum.

Taka vit bara juni mánað, so liggur Nissan á odda við 33 seldum nýggjum bilum. Á øðrum plássi kemur Volkswagen við 39 og síðani Toyota við 29 nýggjum bilum.

##med2##

Hesi eru 10 tey mest seldu akførini í juni mánaði:

Bilmerki

Akf.tal

NISSAN

33

VOLKSWAGEN

30

TOYOTA

29

FORD

25

KIA

22

RENAULT

22

VOLVO

22

BRENDERUP

15

CITROEN

14

PEUGEOT

12

 

 

Hesi eru 10 tey mest seldu akførini fyrstu seks mánaðirnar í ár:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

179

VOLKSWAGEN

158

TOYOTA

135

RENAULT

117

KIA

111

VOLVO

75

NISSAN

70

BRENDERUP

54

MERCEDES-BENZ

53

PEUGEOT

44