Ford Streetka - smartur sportbilur til tvey

Á bilasøluni hjá P/F Wenzel hava teir fingið ein Ford Streetka. Bilurin bleiv av fyrstan tíð sýndur fram sum prototypa í 2000, og í vár kom hann á marknaðin sum opin bilur við kalesju

Tað eru nøkur ár síðan Ford Ka kom á marknaðin. Ein bilur við annarleiðis designi sum tey flestu høvdu eina meining um. Nú er so Ka komin í sportligu útgávuni Streetka til tveir persónar. Streetka er ein opin bilur við stoff-kalesju og styrtboylum aftanfyri bæði setrini. Bilurin er á leið somu stødd sum tann vanligi Ford Ka. Stóra aksilfrástøðan og sporvíddin saman við 16" dekkunum gera, at bilurin hevur góðar koyrieginleikar og liggur væl á vegnum, hann hevur sera gott vegtak og stýrir fast og neyvt í svingum. Motorurin er ein 1,6 litur 4 syl. við 95 hk, sum hóskar væl til bilin. Viðførisrúmið á bilum í hesi støddini er sjáldan stórt, men á Streetka er tað heilar 214 litrar.
Persónbilar eru vanliga ein samlað konstruktión, har takið á bilinum er við í berandi konstruktiónini. Tá so bilurin, sum í hesum førið, ikki hevur tak, men leysa kalesju, krevur tað at hann er heilt annarleiðis uppbygdur, soleiðis at karossaríið er stútt, hóast onki tak er at halda konstruktiónini saman. Tað ein grund til at bilar uttan tak ofta eru dýrari enn vanligir persónbilar. Av trygdarútgerð kunnu vit nevna t.d. airbag til bilføraran og síðumannin og síðuairbag, styrtboylar, stálbjálkar í hurðunum, trygdarkabinu við stálbjálkum. Hesin bilurin hevur t.d. tokulyktir framman, el-síðuspegl við hita, sportsetur, leður-ratt, 16" alufelgur og PATS-startsperru.
Ford Streetka er ein smartur lítil sportbilur, sum kappast við bilar sum Mazda MX-5, Smart Roadster og Peugeot 206 CC.


Ford Streetka 1,6

Motorurin1,6 litur 4 syl. 8V bensin 95 hk

0-100 km/t 12,1 sek

Bensinnýtsla12,7 km/l

Dekkstødd195/45-16

Stødd og vekt
Longd365,0 cm
Breidd170,0 cm
Hædd134,0 cm
Eginvekt1025 kg
Viðførisrúm214 litrar

Prísurkr. 270.000,-

SøluumboðP/F Wenzel
Akranesgøta
FO-110 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo