Ford T "treff" í Vágsbotni

Við Norrönu mánadagin kom eitt danskt ferðalag við nøkrum sera áhugaverdum bilum á vitjan. Talan er um 9 Ford T, har tann elsti er frá 1914

Teir vaktu stóran ans í Havnargøtum mánamorgunin, teir 9 gomlu Fordarnir, ið koma við Norrönu.

Ferðalagið var á Sjómannsheiminum til morgunmat, áðrenn tey vitjaðu í Miðlahúsinum, har Ford T fólkini fingu kaffi.

Elsti bilurin í danska ferðalagnum er ein Ford T frá 1914, hinir eru frá 20-unum. Onkrir høvdu einans galesju til tak, meðan teir flestu vóru innilokaðir.

Ferðalagið fór fyrst í Norðoyggjar, har tey búgva á Viðareiði í tríggjar dagar, síðan fara tey til Gjáar, har tey skulu yvirnátta einaferð.

Frá fríggjadegnun 21. mai til hósdagin 26. mai, tá tey fara heim aftur til Danmarkar, búgva tey á Vallarheiminum við Hotel Føroyar í Havn.

Ferðaleiðari á túrinum er einasti føroyski limurin í Dansk Ford T klub, Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum, ið sjálvur hevur ein Ford T frá 1915.