Foreldrini eru besta fyribyrgingin

Ung og trivnaður Sjóneykan eigur at verða sett á, at nógv tey flestu klára seg væl. Foreldur hjá næmingunum í einum flokki skulu læra at tosa saman um viðurskiftini, sigur Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP

Sosialurin viðgjørdi mikudagin eina kanning, sum millum annað vísir, at børn og ung í Føroyum drekka verri enn javnaldrar teirra í Íslandi.
Tað kom ikki óvart á Óla Rubeksen, leiðara fyri SSP, sum er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið, at 40 prosent av næmingunum í 9. flokki.
Tað hava aðrar kanningar eisini víst.
- Men mær dámar ikki, at sjóneykan verður varpað so nógv á tann bólkin. Vit eiga heldur at hava tey 60 prosentini, sum ongantíð hava drukkið, sum fyrimynd. Gransking sigur, at tað gevur meira úrslit at hugsa so. Kanning at í 8. flokki vísa, at 88-89 prosent ongantíð hava at smakkað sær á, og tað er hetta, vit eiga at fáa fram, sigur Óli Rubeksen.
Hann ásannar, at tað fyribyrjandi arbeiði, ið gjørt er, ikki hevur verið nóg gott. Hinvegin eru ikki meira enn trý ár, síðan SSP fór til verka eitt nú við at hava foreldrafundir. Tað tekur sína tíð, til úrslit sæst av tí arbeiðinum, sigur Óli Rubeksen.
- Tey, sum liva tað góða lívið, eiga at vera fyrimyndin hjá hinum, sum skulu læra at taka tað rætta valið og ikki at smakka sær á, fyrr enn tey eru búgvin til tað.

Foreldrini eiga ábyrgdina
Men tað er ikki skúlin, sum hevur høvuðsábyrgdina av at halda tey ungu á rættari kós.
Royndir vísa, at foreldrini eru tann besta fyribyrgingin, er ein boðskapur, sum SSP kemur við.
- Tað hevur ikki verið siðvenja í Føroyum at taka foreldrini so nógv við upp á ráð. Foreldur sendu børnini í skúla. Nú skulu tey við teimum í skúla.
Óli Rubeksen ferðast runt til skúlar og hevur fundir við foreldur at skúlanæmingunum. Endamálið er at gera eitt netverk millum foreldur. Foreldrini í flokkinum skulu hittast av og á fyri at skifta orð um uppaling, at seta mark og geva hvør øðrum hugskot.

Foreldrasamstarv
- Tí skal arbeiðast miðvíst við líka frá skúlabyrjan. Foreldur skulu sita saman og knýta samband og taka lívsspurningar upp til viðgerðar. Foreldur skulu ikki ganga einsamøll við tí, um okkurt er, tí vit mugu taka okkum av hvør øðrum, sigur Óli Rubeksen.
Málið er at fáa foreldrini at hava ein størri leiklut av trivnaðinum hjá næminginum og flokkinum sum heild.
- Tað liggur ein kraft í foreldrunum, og við at sleppa tí kraftini lesari, ger hon børnunum og teimum ungu væl.
Óli Rubeksen heldur, at eitt slíkt miðvíst arbeiði gevur nógv betri úrslit enn at fáa allar møguligar serfrøðingar til Føroya at halda fyrilestrar.
- Tað rínir ikki við kortini.
Nógv foreldur hava upplivað, at barn teirra sigur seg vilja sleppa tað sama sum vinfólkini.
- Hatta er tað, sum verður nevnt meiraluta misskiljing. Eingin sigur, at viðkomandi hevur sagt satt, og tosa foreldur saman, finna tey út av tí.
Óli Rubeksen sigur, at tá ið tað kemur til at drekka, gera foreldrini best við at mæla børnunum frá at drekka. Tann mátin virkar best. Vilja tey ungu, sum eru undir 18 ár, vilja hava hendur á rúsdrekka, finna tey altíð út av tí kortini.
Hann er sannførdur um, at vórðu tølini útgreinað, vóru tølini ymisk frá bygd til bý, tí lívið er ikki tað sama allastaðni.

Meira saman
Í summar hevði SSP eina røð av lýsingum við áheitan á foreldur og børn um at savna góð minnir saman. Boðskapurin var, at foreldur og børn skulu vera meira saman og gera nakað saman.
- Tað verður altíð ein bólkur av fólki, sum dettur niður ímillum, og vit hava skipanir, sum skulu taka sær av teimum. Okkara arbeiði er at virka fyri tí góða lívinum hjá teimum kanska 98 orsent av fólkunum, sum ikki eru í tí bólkinum, sigur Óli Rubeksen.
Í Íslandi hava tey ta skipanina, at ung undir ein ávísan aldur ikki hava loyvi at ganga úti eftir eina ávísa klokkutíð.
- Nei, eg haldi ikki, at vit skulu skipa okkara samfelag við slíkum forboðum. Hvat gera vit, tá ið vit ein hendinga dag hava ein góðan sólsskinsdag? Skulu vit tá reka børnini inn, tá ið klokkan slær. Hatta er at taka ábyrgdina frá foreldrunum, sigur Óli Rubeksen.