Foreldur at børnum á 11 stovnum heita nú á allar partarnar í ósemjuni um at taka samráðingarnar upp aftur
- Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli í eina góða viku, og í hesum
tíðarskeiði hava allir frítíðarskúlar verið stongdir.
- Hetta er til stóran ampa fyri bæði børn og foreldur.
Tey siga at nógvar kreativar loysnir vera royndar, avspáking, flex-tíð, foreldur, sum skiftast at heinta børn hjá hvørjum øðrum, og arbeiðspláss, sum loyva børnum við í hesi undantaksstøðu.
- Hetta eru alt neyðloysnir, sum ikki kunnu halda fram.
Sum skilst hevur lítið samband verið millum partarnar og lítið tykist
røkjast fyri, at samráðingarnar eru ávegis at vera tiknar uppaftur av
álvara.
- Hetta meta vit er púra óforsvarligt, siga foreldrini.
Tí heita tey á allar sáttmálapartarnar um sum skjótast at hittast
við samráðingarborðið aftur og finna eina loysn á trætuni.
Tey, sum koma við hesi áhetian eru foreldrini fyri hesar stovnar:
Dagstovnin við Botnánna
Frítíðarskúlan á Argjahamri
Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini
Frítíðarskúlan í Hornabø
Verkgarðin Spíran
Frítíðarskúlan Smílibýlið
Dr. Ingridar Barnagarð
Frítíðarstovuna hjá KFUM
Frítíðarskúlan við Løgmannabreyt
Miðstovnin í Gundadali
Barna og ungdómshúsið Látrið