Foreldur hjá tvørkyndum hittast til hugnaløtu

LGBT+ Føroyar fær javnan fyrispurningar frá foreldrum at tvørkyndum, og við hesum tiltakinum ynskja vit, at tvørkynd saman við teirra foreldrum/avvarðandi kunnu hitta onnur, sum skilja og hava verið ella eru í somu støðu sum tey sjálvi

Tað skrivar LGBT+ Føroyar í tíðindaskrivi.

 

Týskvøldið 17. mai kl. 19 skipar LGBT+ Føroyar fyri hugnakvøldi fyri tvørkyndum saman við foreldrum/avvarðandi við uppleggi frá Tórmóði Stórá. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum á Tórsgøtu 16.

 

LGBT+ Føroyar fær javnan fyrispurningar frá foreldrum at tvørkyndum, og við hesum tiltakinum ynskja vit, at tvørkynd saman við teirra foreldrum/avvarðandi kunnu hitta onnur, sum skilja og hava verið ella eru í somu støðu sum tey sjálvi. Hesaferð verður eisini høvi at hoyra upplegg frá Tórmóði Stórá, sum millum annað fer at tosa frá einum fakligum vinkli um tað at vera tvørkyndur, hvørjar møguleikar tvørkynd hava í Føroyum, og hvussu mannagongdin er. Høvi verður eisini at seta spurningar.

 

Foreldur at tvørkyndum hava fyrr hitst í hølinum hjá LGBT+ Føroyum. Tá hava tað verið Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, sum báðar eru mammur at tvørkyndum kvinnum, sum hava staðið fyri kvøldinum og verið klárar at stuðla og deila sína uppliving og royndir. Hetta hava foreldur at tvørkyndum verið sera glað fyri, og ynskir LGBT+ Føroyar tí at bjóða til hetta hugnakvøldið 17. mai kl. 19.

 

Tiltakið er ætlað øllum tvørkyndum við foreldrum/avvarðandi.

 

Vit vóna at síggja nógv fólk hetta kvøldið.