Aftur í gjár var løgreglan í Suðuroy og gjørdi kanningar í ferðsluni. Hesaferð við skúlan og dagstovnin í Vági.
Hesaferð var tað eitt málrættað tiltak um børn, sum skulu sita íbundin í bili.
Eini 50 bilar vórðu steðgaðir í tíðarbilinum frá klokkan hálvgum átta til hálgvum níggju gjáramorgunin. Har fingu trý foreldur klipp í koyrikortið, tí tey høvdu børn í bilinum, sum ikki sótu íbundin.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tá løgreglan soleiðis hevur málrættað tiltøk við skúlar og dagstovnar, so taka tey broddin av álvarseminum við at vitja á skúlarnar og stovnarnar, og soleiðis varð eisini gjørt í Vági í gjár.
Ferðslupatruljan hjá løgregluni er nú liðug við síni átøk í Suðuroy.











