Fyri einum ári síðani fluttu Daisy og Kuno Iversen úr Danmark til Klaksvíkar við trimum børnum teirra. Kuno er úr Grønlandi og Daisy er føroysk, men famijan hennara býr øll í Danmark. Tey valdu at flyta til Føroya, so børnini kundu læra føroyskt mál og føroyska mentan. Men tað hevur verið alt annað enn lætt hjá familjuni, at fáa gerandisdagin at hanga saman uttan familju og netverk, og tí hevur tað eisini verið serliga torført hjá teimum, síðani verkbann varð sett í verk, og stovnarnir vórðu lukkaðir 14. desember.
Størsta avbjóðingin er manglandi fleksibilitetur á stovnunum, tí tað eru fleiri dagar í árinum, har stovnar ikki hava opið. Tá mugu Daisy - sum ikki hevur upparbeitt sær feriu enn - og maður hennara keypa sær frí. Nú verkfall og verkbann hevur lagt stovnarnar lamnar, hava hjúnini muga tikið enn fleiri frídagar, og tí verður ferian, sum tey hava lagt til rættis í summar eisini ávirkað av hesum
Daisy er sosial ráðgevi og arbeiðir skiftandi vaktir á Eiði, og Kuno er sálarfrøðingur og arbeiðir á Toftum. Tey arbeiða bæði fulla tíð, og børnini eru vanliga í barnagarði, tá tey eru til arbeiðis. Í Klaksvík hevur Daisy bert eina fastur og eina ommusystur, sum kunnu hjálpa teimum av og á.
–Fastir mín hevur tikið eina viku frí, meðan stovnarnir hava verið stongdir, og hon hevur hjálpt mær nakrar dagar. So havi eg eisini eina ommusystur, sum hevur hjálpt eftir førimuni, sigur Daisy Iversen.
–Fastir mín hevur eisini síni ommubørn, og eg fái eitt sindur ringa samvitsku at biðja um hjálp, men tað havi eg verið noydd til, staðfestir hon.
–Vit taka ein ella tveir dagar í senn, og eg fekk tíbetur hesa vikuna at ganga upp, men eg áni ikki, hvussu næsta vikan fer at síggja út. Sætt at siga so stúri eg fyri henni, sigur Daisy Iversen, sum skal arbeiða bæði 23. og 24. desember.
Hon og maðurin eru ikki heima samstundis á jólum í ár, og mugu skiftast um at vera heima hjá børnunum. Tá brúka tey feriu ella keypa sær frí.
Hon greiðir frá, at tað sum ger tað serliga trupult er, at stovnar ikki eru so lagaligir, sum teir eru í Danmark. Tað er ofta ikki opið fleiri heili- og merkisdagar, og tá noyðast Daisy og Kuno eisini at taka frí, og tað er torført hjá foreldrum, sum ikki hava netverk.
–Vit verða eisini tvungin at taka okkum frí tá, hóast vit eiga at arbeiða, sigur hon.
Eg haldi ikki, at føroyska samfelagið fylgir við á hesum økinum. Tí havi eg fleiri ferðir umhugsað at farið niður aftur, tí tað var nemmari, men samstundis vil eg hava føroyska mentan og málið í børnini, og tað var tí vit flutti heim. Man merkir gott, at netverk er umráðandi í Føroyum, sigur hon.
Av tí at tey frammanundan mugu fáa sær frí fleiri dagar um árið, tí stovnarnir ikki hava opið, so raka hesir dagarnir við verkfalli serliga hart.
–Hetta er ein avbjóðing hjá foreldrum, sum ikki hava netverk, staðfestir Daisy Iversen.