Forkølað mótmæli

Eini 30 lærarafólk møttu upp við ferjuleguna í Vestmanna at minna føroysku samráðingarnevndina, sum fór til Danmarkar at samráðast um fullveldi, á støðuna í Fólkaskúlanum. Men samráðingarnevndin var als ikki við vanligu flogrutuni

Klokkan er nakrar minuttir í níggju. Tað er hósmorgun. Við ferjuleguna Inni á Fjørð í Vestmanna ganga nakrir spentir myndamenn og ein einsamallur tíðindamaður, sum eru møttir at vita, hvat ónøgdir lærarar fara at siga samráðingarnevndini, sum skal til Danmarkar at tingast um fullveldi. Lærararnir hava boðað frá, at teir vilja ikki gera so nógv við fullveldismálið, men heldur tosa um støðuna í føroyska fólkaskúlanum við landsins leiðandi fólk.

Vit rulla spakuliga inn eftir stóra parkeringsøkinum, sum sær heldur tómligt út, nú bert heilt fáar minuttir fyri tíðina, sagt er frá, at lærararnir skulu hittast. Her er helst ikki annað at gera enn at fara ein túr á kaffistovuna at bíða, til okkurt hendir.

Vestanvindurin fer so tráur sópandi eftir mestsum tóma økinum. Ternan I liggur við ferjuleguna, og onkur hendinga bilur er á veg umborð.

Inni á kaffistovuni sita nakrar ungar kvinnu við eitt borð umframt tveir mans við eitt annað. Tað kundi verið, at kvinnurnar vóru lærarar, sum ætlaðu at mótmæla, men skilligt er, at menninir bíða eftir bussinum, sum skal vestur í Vágar við ferðafólki til flogfarið.

Ája, vit fáa okkum kaffi, og myndamaðurin hjá Dimmalætting kemur og setir seg við borðið at práta, meðan bíðað verður.

Tað steðgar ein ljósabláur Toyotabilur uttanfyri, og onkur hoyrist siga við kvinnuborðið við síðuna av, at nú kemur formaðurin.

So er. Út stígur formaðurin i Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen. Og í hølunum á henni koma fleiri bilar, sum verða settir á parkeringsplássini fram móti kaffistovuni. Hetta eru lærarar úr Havn, skilst. Ung fólk. Mest kvinnur.

Tey koma øll inn at vita, hvussu vorðið er. Um nakar er komin við skeltum og bannarum, sum ætlandi skulu brúkast at vísa samráðingarnevndini. Formaðurin fer yvir til diskin og biður kioskdamuna um at gera nógv kaffi, til tiltakið endar. Ætlan teirra var, tá flogrutan við sendinevndini var farin, at koma inn at fáa sær ein kaffimunn.


Mistonkiliggeran

Millum lærararnar, sum nú gerast fleiri í tali, er ungur, myrkhærdur maður í reyðum vindjakka. Hann sær væl upplagdur út og gongur og skemtar við ungu damurnar, sum sita við borðini.

Men hann er væl saktans komin higar, tí hann er í álvarsligum ørindum.

Vit royna at sleppa fram at manninum til at fáa eitt prát um støðuna, og tí er hann áhugaður fyri.

Otto Leo Gram, lærari í Kommunuskúlanum í Havn, og er ógvuliga misnøgdur við okkurt, sum stjórin á Lønardeildini, Tummas Magnussen, segði í Fimmaranum í Útvarpinum mikukvøldið.

Otto Leo Gram, lærari, er sera misnøgdur við, at arbeiðið hjá lærarunum verður mistonkiliggjørt.

Tá sagt verður, at vit einki gera teir tímarnar, sum ikki standa á tímatalvuni, er tað, at vit eiga at tala at, sigur hann.

Otto Leo sigur, at hann finnur seg ikki í at verða mistonktur fyri onki at gera teir tímarnar, sum settir eru av til fyrireiking.

Hann royndi at ringja til Fimmaran mikukvøldið, sigur hann, men slapp ikki ígjøgnum. Ætlan hansara var at bjóða Karstini Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og Tummasi Magnussen, stjóra á Lønardeildini, heim til sín at fylgt fyrireikingini. Og so kundu teir samstundis komið við í skúla, sigur Otto Leo Gram.

Otto Leo sigur, at tey eru komin til Vestmanna at vísa sína ónøgd við mátan, myndugleikarnir hava viðgjørt Fólkaskúlamálið uppá.

Otto Leo sigur, at hann fegin vil sleppa at siga sína hugsan, tí hann heldur, at nú er tíð uppá, at eisini fótfólkið sleppur framat. Higartil hava vit bara hoyrt, hvat topparnir í báðum pørtum halda, sigur hann

Tað, málið í grundini snýr seg um, sigur Otto Leo, er at vit hava fingið eina nýggja fólaskúlalóg, sum vit ikki hava biðið um, men sum fyri so vítt er fín.

Hann nevnir nøkur dømi um, hvussu nógv eyka arbeiði verður lagt á lærararnar, uttan at tilsvarandi viðbót verður latin.

Álagt verður lærarunum at arbeiða í toymum, og tey toymini skulu hava so og so nógvar fundir um arbeiðið.

Álagt er at skipa undirvísingina í breytum, og tað krevur eina øgiliga fyrireiking.

Álagt er at leggja eina ársætlan fyri hvønn einstakan næming. Og tað merkir hvønn einstakan, sigur Otto Leo Gram.

Hann vísir á, at eru 24 næmingar í flokkinum, verða tað 24 ársætlanir at leggja í staðin fyri eina, um hon varð løgd fyri allan flokkin.

Tosað hevur eisini verið um at innføra ársverk í fólkaskúlan. Og tí er Otto Leo Gram harðliga ímóti. Hann hevur sjálvur sum lesandi í starvsvenjing í Århus upplivað, at lærarar eru koyrdir heim at avspáka, tí teir hava gjørt sítt ársverk. So eru onnur, eisini hann sjálvur sum starvsnæmingur, biðin um at taka teirra tímar. Í hansara føri varð tað tó steðgað. Men tað er greitt, sigur Otto Leo, at tað gongur út yvir undirvísingina, um so skal verða.

Hann dugir ikki at skilja, hví alt hetta skal kroystast inn á eitt arbeiði, sum hann sjálvur heldur vera rættiliga strævið frammanundan.

»Eg komi sum nýggjur lærari og liggi vatnrættur í luftini fyri at fá tað at hanga saman. Tá so hetta kemur aftrat, ber ikki til«, sigur Otto Leo Gram, ungur lærari í Tórshavnar Kommunuskúla.

Og hetta arbeiðið verður mistonkiliggjørt av okkara hægstu myndugleikum, sum heldur áttu at stuðla lærarunum enn at sett teir í ringt orð úti millum fólk, sigur Otto Leo Gram.


Flýdd sendinevnd

Klokkan fer at nærkast hálvgum tíggju, og væntast kann, at bussurin við ferðafólki til flogfarið fer at koma hvørja løtu.

Fólk reisast frá borðunum. Nú hava lærararnir mannað fleiri borð á kaffistovuni Inni á Fjørð. Jakkar verða afturlatnir, og hálsturriklæði og húgvur sett í stand, áðrenn farið verður út aftur í kuldan.

Og nú fara skelti og dúkar at vísa seg. Mótmælandi lærararnir fara oman til skráan við ferjuleguna og stilla seg við síðuna av koyribreytini við skeltum, sum siga, at tey eru ikki nøgd við støðuna.

Nøkur teirra fara inn á sjálvan skráan og festa har einar tveir dúkar, ein hvørjumegin, við áskrift, sum skal minna løgmann, fíggjarmálaráðharran og onnur á, at tey eiga at hugsa um sín egna heimliga skúla, áðrenn tey fara uttanlands at tosa við onnur um mál, vit enn ikki kenna ávirkanina av.

Nakrir fáir bilar koma í bíðirøðina. Onkur hevur á orði, at løgið er, at eingin av topppolitikkarunum er komin við egnum bili. Og hóast fólk ugga seg við, at bussurin ikki er komin, fer hugsanin um, at tey longu eru farin vestur í Vágar við aðrari rutu fyrr á morgni, so smátt at breiða seg.

Bussurin er komin, og skjótt verður staðfest, at har er eingin sendinevnd í. Onkur tekur eina mynd úr bussinum av teimum mótmælandi lærarunum.

Tíðindamaðurin ringir á flogvøllin at vita, um sendinevndin møguliga skuldi verið komin vestur, áðrenn lærararnir møttu í morgun.

Jú, soleiðis er. Her sita bæði Anfinn og Helena og hugna sær yvir einum kaffikoppi, verður upplýst av flogvøllinum. Tey hava frætt um tiltakið, sum lærararnir kunngjørdu í rættiliga góðari tíð, so fólk fingu høvi at fara avstað undan teimum.

Aftur fer formaðurin í Lærarafelagnum at skipa fyri. Gloymt er kaffið í kaffistovuni. Nú ræður um at fáa øll mótmmælisfólkini í bussin og so vestur á flogvøllin at siga, hvat tey halda.

Tí ikki skulu teir rósa av, teir lættan sigur fá.

Og meðan hurðin í bussinum fer aftur, og lærararnir stúgva seg saman á standiplássunum í bussinum, sendir blaðmaðurin boð til starvsfelagan í Sørvági um at fara á flogvøllin at fylgja gongdini víðari.

Bussurin rullar spakuliga umborð á Sam, meðan Sosialbilurin við myndamanni og blaðmanni skundar sær heim aftur til blaðhúsið á Argjum.