Politikkur
Nú er eftir øllum at døma aftur komið vátt í reiðrið millum stóru samgonguflokkarnar. Høgni Hoydal hevur fyri altjóða fjølmiðlum boðað frá, eins og hann fleiri ferðir hevur sagt við føroyskar fjølmiðlar, at komandi løgtingsval verður eitt val um fullveldi, har tað verður undirstrikað, at Føroyar mest sannlíkt hava tikið fullveldi um fýra ár, um verandi samgongu sleppur at halda fram.
?Tað er ógvuliga ørkymlandi, at Høgni Hoydal kemur við tílíkum útsagnum til fjølmiðlarnar. Høgni Hoydal er vælkomin at hava sínar meiningar, men hann má minnast til tað fullveldistilgongdina, ið samgongan longu hevur avtalað, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður heldur, at útsagnirnar frá varaløgmanni til altjóða fjølmiðlar í Keypmannahavn mánadagin eru valupplegg hjá Tjóðveldisflokkinum, men hann harmast almikið um hetta, tá Høgni Hoydal er uttanlands sum umboð fyri landsstýrið.
?Við at melda sovorðið út til heimspressuna, so forkemur Høgni Hoydal møguleikunum hjá avtalaðu sjálvstýristilgongdini, tá hetta bæði sendir skeiv signal út til danskar politikarar, og Fólkaflokkurin vil ongantíð ganga við til fullveldi innan fýra ár, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður heldur onga orsøk vera til at skriva út nýval av hesi orsøk, tá so stutt er eftir til løgtingsvalið, men hann ásannar, at stevið innanhýsis í samgonguni ikki er av tí besta, nú landsstýrismenn tvær reisir hava úttalað seg beint ímóti gjørdum avtalum og hugsanunum hjá løgmanni. Áður vóru Karsten Hansen og Høgni Hoydal, sum hvør í sínum lagi úttalaðu seg um fullveldistilgongdina á ein hátt, sum ikki hóvaði løgmanni, Anfinn Kallsberg.
-So leingi Fólkaflokkurin hevur tað mandat, hann hevur, vilja vit arbeiða fyri einari tryggari tilgongd, og tað er altavgerandi fyri okkum. Tað kemur als ikki upp á tal, at vit fara at taka fult sjálvstýri innan fýra ár, sigur Anfinn Kallsberg.
Spurdur um hann væntar, at hetta fær ávirkan á komandi samgongumøguleikar eftir løgtingsvalið, sigur løgmaður, at Fólkaflokkurin ætlar at halda áfram við sínum politikki.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa hendur á Høgni Hoydal til eina viðmerking.