Talan er um forkunnuga vitjan, tí Jan Pytlick hevur drúgvar royndir sum kvinnulandsliðsvenjari hjá Danmark í eini 12 ár tilsamans, har hann hevur leitt liðið ígjøgnum bæði EM- og HM-endaspøl og OL. Eitt nú hevur hann við donsku hondbóltskvinnunum vunnið OL-gull í 2000 og 2004 og EM-gull í 2002, umframt EM-silvur í 1998 og 2004.
Leygardagin verður hann við í KÍ-høllini í Klaksvík, tá føroyska manslandsliðið venur. Fyrrapartin fylgir við venjingunum hjá Dia Midjord, landsliðsvenjara, og seinnapartin venur Pytlick sjálvur menninar í ein tíma.
Eftir venjingina fer hann klokkan 16 at hava fyrilestur í Ósáskúlanum, har evnini verða uppbygging av einum landsliði og vinnaratoymi, umframt at Jan Pytlick tosar um olympiskar leikir og fortelur søgur frá síni landsliðsvenjaratíð.
Fyri at fáa sum mest burtur úr vitjanini, hevur Hondbóltssambandið sent venjarum og hondbóltsfólki innbjóðing til at fylgja venjingini, sum verður í Klaksvík, og somuleiðis at vera við til fyrilesturin, ið uttan iva hevur stóran áhuga millum spælarar, venjarar og hondbóltsáhugaðar føroyingar annars.