Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, Høgni Lisberg og Jóhannus á Rógvi Joensen í sama bólki. Hetta er millum annað tað, ið er á skránni í kvøld, tá Føroyahúsið letur dyrnar upp. Harumframt eru eisini forkunnug nøvn á gestalistanum. Linda Andrews, Pætur við Keldu, umframt Niclas Her og Emil frá Dynamit. Eisini kemur Pætur Magnussen ? ella Pete Switch ? at spæla housetónleik.
Í Føroyahúsinum letur Hans Petur í Brekkunum, leiðari, dyrnar opna klokkan 23.00, men áðrenn tað, er róðrargalla í Føroyahúsinum og til hetta tiltak undirhalda Terji Rasmussen og Sveinur Dam. Við øðrum orðum kann Føroyahúsið í kvøld bjóða so nógvar tónleikarar sum sjáldan áður.
Við so nógvum nøvnum er líkt til, at nógv fólk fara at leggja leiðina framvið Føroyahúsinum í kvøld. Tí heita fyrireikararnir fólk á, um at koma tíðliga og at virða grannarnar í Vesterbrogade.
Tað er Edmund S. Jacobsen við FO Invasion, sum vegna ÍF Føroyar hevur samskipað tiltakið. Meira á www.faroehouse.dk