Teir hava livað í undirgrundini í føroyska tónleikaheiminum í rúma tíð. Í Svanga í Havn, harav navnið Swangah Dangah, hava teir tríggir, Steen Rói Lorenzen, Ragnar Davidsen og Cren Damsbo, rappað og skrivað tekstir í fleiri ár. Teir hava saknað føroyskt rapp, og teir hava saknað atfinningarsamar røddir í føroyskum tónleiki.
- Ja, for helviti. Men tað er ikki bara tí, at vit hava gjørt fløguna. Vit ynskja at bróta nøkur mørk, sum eru í Føroyum og vit fara eisini langt við okkara tekstum. Kanska ov langt, fara nøkur helst at halda, sigur Steen Rói Lorenzen.
Nógv bendir á, tónleikaáhugað í Føroyum hava havt sama longsul. »Fanin eg eri spentur«, »Fuck eg gleði meg« og »Fucking nice boys« eru nakrar av viðmerkingunum á Facebook-síðuni hjá bólkinum, sum telur knappliga 1500 fjepparar. Viðmerkingar verða gjørdar til konsertir, bólkurin hevur hildið kring landið. Viðmerkingarnar verða eisini gjørdar til stakløgini, Swangah Dangah hava givið út áðrenn útgávuna í dag. Í summar kom landaplágan frá »Frá bygd til bý«, sum millum annað nýggi tinglimurin hjá Fólkaflokkinum, Hanus Samró, tók til sín og brúkti í parti av júst farna valstríði. Í heyst kom so lagið »Sprutt akutt« og við fløguni í dag hevur bólkurin kunngjørt 11 onnur løg, umframt áðurnevndu.
Hóast tað vóru hesi bæði løgini, sum vóru einastu almennu útgávurnar hjá bólkinum, og sum sostatt vóru við at staðfesta gjøgnumbrot teirra á almenna føroyska tónleikapallinum, er tað eitt heilt triðja lag, sum fólk flest seta teir í samband við. »Gentan er farlig« við eyðkenda niðurlagnum »Rist reyvina sum um hon hevði epilepsi«, hevur bæði øst og argað, undirhildið og fangað føroyingin.
Prika sexologin og Watson
Enn er tað rættiliga avmarkað, tað Swangah Dangah hava avdúkað undan degnum í dag, men hóast hetta ber tilfarið brá um, at talan er um tríggjar mans við tora at prika:
»Sjálvt um flogfarið ikki lendir,
fer mín høgra hond altíð at gera tað betri!
Fuck eitt Fróðskaparsetur,
eg fái karakterir ígjøgnum øll míni problemir!«
Soleiðis ljóðar ein ørindi í lagnum »Frá bygd til bý«, sum er spældur bæði í Rás2 og Kringvarpi Føroya, umframt at hann er spældur omanfyri 20.000 ferðir á YouTube. Í sama sangi fáa bæði sexologurin Elin í Stórustovu og realitystjørnan Paul Watson eitt orð við á vegnum. Frekt og forargiligt, vilja summi vera við. Fríkskt og festligt, hugsa onnur.
- Rapp snýr seg um meiningar. Um vit ikki høvdu tað, so kundu vit sungið alt tað sama, sum øll onnur í Føroyum syngja um. Vit vilja taka øðrvísi evni upp og gera tað øðrvísi enn vant. Vit skuldu til dømis gera ein kærleikssang, men sangurin endaði við at eita »Pervarin«, flennir Steen.
Sokallaði tracklistin til nýggju fløguna ber eisini boð um, at fleiri provokatiónir eru ávegis. »Millumfingur Rapp«, »Pervarin« og »Á kantinum (Fuck ALS)« ljóða allir sum sangir, har Swangah Dangah ikki leggja fingrarnar í millum. Heitislagið á sjálvari fløguni, »Belials synir«, hevur beinleiðis bíbilskar tilsipingar og liggur í so máta rættiliga langt frá staklagnum »Sprutt Akutt«. Hinvegin verður Belial ofta brúktur sum samheiti fyri satan. Við øðrum orðum eru Belial og satan tann sami. Belials synir eru sostatt synir satans – og tað er tað, fløgan hjá Swangah Dangah rópast. Henda fløgan kemur á gøturnar í dag, og limirnir í Swangah Dangah eru sjálvir rættiliga væl nøgdir við verkið.
- Tað er í den grad trupult at bróta út úr vanligu mørkunum í Føroyum. Páll Finnur Páll sleppa avstað við tí, og fólk vænta meiri ella minni av teimum, at teir gera tað. So verður spennandi at vita, hvussu fólk fara at taka í móti okkara fløgu. Tá vit syngja »Fuck Paul Watson« eru øll í Føroyum við upp á tað, men spurningurin er, hvussu tað verður við restini av fløguni. Men tey, ið dáma rapptónleik, fara heilt víst at dáma tað, sigur Steen Rói Lorenzen frá Swangah Dangah at enda.