Forkunnugt jólatræ í Søldarfirði

Sum eitt grønt átak ynsktu Sølfirðingar ikki at seta vanligt jólatræ upp í ár

Í flest øllum bygdum í Føroyum stendur eitt jólatræ og prýðir um fyri at skapa rætta jólastemningin. Soleiðis er tað eisini í Søldafirði, men hetta er ikki eitt vanligt jólatræ. 

 

Sum eitt grønt átak ynsktu Sølfirðingar nevniliga ikki at seta siðbundið jólatræ upp í ár, men heldur at prýða eitt av trøðunum, sum standa rundan um hugnaliga spæliplássið í bygdini. Hetta træðið, sum sæst á myndini oman fyri, er eitt stórt flott 28 ára gamalt granntræ.

 

Viðalundin runt spæliplássið varð plantað á vári í 1990.