Fyri stuttum fekk Argja Bóltfelag nýggjan formann. Jens Michael Tróndheim tók við aftaná Andrass Drangastein, sum hevur sitið í formanssessinum í mong ár.
Nýggi formaðurin í AB hevur vónir um, at tann triðja uppflytingin hjá AB upp í bestu fótbóltsdeildina fer at eydnast betur, enn tær báðar fyrru uppflytingarnar.
Jens Michael Tróndheim heldur, at við egnum tilfeingi, og einari tilgongd av nøkrum markantum spælarum fer at bera til at yvirliva í bestu fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag tosaði Rás2 við Jens Michael Tróndheim. Tað ber til at hoyra prátið við Jens Michael undir greinini.