Uni Holm Johannesen
Fólkaflokkurin, sum hevur hildið síni vallyfti, hevur framt stórar samfelagsligar broytingar seinastu mánaðirnar. Ágangurin hevur verið øgiligur, men tíðin fer at vísa, hvussu broytingarnar roynast.
Fólkaflokkurin stendur seg oftast illa í veljarakanningum. Tað kemur heldur ikki óvart á Jørgen Niclasen, formannin, at Fólkaflokkurin hevði mist tveir løgtingssessir, um løgtingsval var nú. Tað vísir kanningin, sum Sosialurin kunngjørdi mikudagin.Hetta úrslitið fær ikki formannin upp at reika.
– Tað er ongantíð hugaligt við slíkari veljarakanning, men eg vil fegin vísa á, at ein veljarakanning, sum var kunngjørd dagin fyri løgtingsvalið í fjør, vísti tað sama – at Fólkaflokkurin fekk seks tingsessir. Dagin eftir vann flokkurin løgtingsvalið og fekk átta tingsessir, so hetta elvir ikki til rumbul, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Samgongan hevur verið fyri stórari herferð, síðan hon legði frá landi í november í fjør. Tað hevur verið skrivað og prátað dúgliga um stórmálini við flatskattinum, at skatta pensjónir við inngjaldi, verkfallið hjá pedagogunum og annað. Jørgen Niclasen rópar tað herferð, har fjølmiðlarnir eisini hava havt ein virknan lut.
Tað fær sjálvsagt borgarar at hugsa um tað, sum samgongan er farin undir, er rætta kósin. Hóast Fólkaflokkurin missir undirtøku, fegnast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um, at samgongan varðveitir meirilutan, sambært veljarakanningini.
– Hugsar tú um ágangin, sum hevur verið á okkum, so er tað ikki nøkur vanlukka at fáa 19 prosent av atkvøðunum og varðveita meirilutan. Vit hava framt broytingar, og nú fer tíðin at vísa, hvussu tað fer at eydnast, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.