Formaðurin innlagdur

Formaður uttanlandsnevndarinnar varð í gjár í skundi lagdur inn á Landssjúkrahúsið. Tí eru tilmælini til uppritið um samráðingar við danir aftur útsett

Uttanlandsnevndin fekk ikki endaliga avgreitt fullveldismálið, eins og ætlað, á fundinum gjáramorgunin.

Orsøkin til hetta var, at formaður nevndarinnar, Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, brádliga fall um umborð á Smyrli á veg norður á fund og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Varamaður Tjóðveldisfloksins í uttanlandsnevndini er Jógvan Durhuus, og tá hesin var staddur í Danmark og tískil heldur ikki kundi møta, var Tjóðveldisflokkurin ikki umboðaður á fundinum í uttanlandsnevndini fyrrapartin í gjár.

Tískil var bert stuttur fundur hildin undir leiðslu av varaformanninum, Heðini Mortensen úr Sambandsflokkinum. Á hesum fundi var gjørt av at halda endaliga fundin í dag klokkan eitt. Tá er Jógvan Durhuus komin úr Danmark, og tískil ber tá til hjá Tjóðveldisflokkinum, eins og hinum flokkunum at skriva undir tilmæli til landsstýrið.

Tað ber nevniliga bert til hjá valdum varalimi at møta til fundir í uttanlandsnevndini, tá uttanlandsnevndarlimur fær forfall.

Tá Sosialurin tosaði við umboð fyri Tjóðveldisflokkin á middegi í gjár, fingu vit at vita, at Hergeir Nielsen liggur á B8 á Landssjúkrahúsinum, ið er intensiv deild. Støðan hjá formanni uttanlandsnevndarinnar var stabil, hóast hann var heldur illa fyri.