Formaðurin í Pedagogfelagnum: Nøgd og dygd samsvara ikki

Kvaliteturin á ansingini á dagstovnum er ikki tryggjaður sum er. Hetta kann fáa álvarsligar fylgjur fyri børn við serligum tørvi, sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag er púra samdur við orðingunum í analysuni í Tinghelluni hesuferð um, at kvalitetur og kvantitetur ikki fylgjast nóg væl á ansingarøkinum.
? Tú hevur ikki tryggjað kvalitetin í løtuni. Fleiri stovnar verða latnir upp, men í sama viðfangi verða ikki fleiri pedagogar tiknir inn á pedagogskúlan, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Hann er fakfelagsformaður fyri fleiri enn trimum prosentum av Føroya fólki, tá ið Føroya Pedagogfelag hevur góðar 1.500 limir. Harav starvast eini 900 teirri á dagstovnum. Einki veruligt arbeiðsloysi er millum hansara limir, men kortini er formaðurin ikki nøgdur við støðuna.
? Tað er øgiliga trupult hjá stovnum at fáa nóg mikið av pedagogum. Tað er av teirri einføldu orsøk, at tað ikki eru nóg nógvir pedagogar, sigur Jarvin Feilberg Hansen, sum hevur verið formaður í Føroya Pedagogfelag síðani 1. mars í ár.
Støðan á fleiri stovnum er tann, at bert leiðarin á stovninum er námsfrøðingur, og restin av starvsfólkunum eru óútbúgvin starvsfólk, oftani ung fólk, sum arbeiða í styttri tíðarskeið á dagstovni.
Saknar kjak um innihald
Seinastu fýra árini eru eitt munandi stórt tal av dagstovnum kring landið latnir upp. Ikki minst í Tórshavnar kommunu, har tólv nýggir ansingarstovnar hava latið upp seinastu fýra árini, har sitandi býráð setti sær sum mál at nøkta ansingartørvin.
Men formaðurin í Pedagogfelagnum saknar í stóran mun eitt kjak um innihaldið í ansingini - heldur enn bert at nøkta tørvin.
? Støðan er væl vorðin betri tey seinnu árini, men tað kundi verið so nógv betri enn, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Barnaansingarøkið var tað fyrsta, sum varð lagt út til kommunurnar at umsita.
? Tá økið varð lagt út, tá fylgdi ein dagstovnalóg við. Hon ásetti, at tveir triðingar av starvsfólkunum á dagstovnum skuldu vera pedagogar, men hetta er langt frá støðan í dag. Tískil haldi eg ikki, at karmarnir samsvara við lógina, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Ein kanning, sum Pedagogfelagið gjørdi fyri einum ári síðani, vísir, at tað tá restaði 160 pedagogar í fyri at náða ásetingini í dagstovnalógini um at hava tveir triðingar pedagogar á stovnunum. Og tørvurin verður mettur at vera nógv voksin seinasti árið.
? Vit hava tosað við landsstýrismanin um trupulleikan, men tað er sum at sláa í eina dýnu, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
? Tú kanst ímynda tær, um støðan var tann sama í fólkaskúlanum. Vit halda ikki, at landið hevur ráð at lata vera við at útbúgva fleiri pedagogar, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Tann nýggja dagstovnalógin, sum bert er nøkur fá ára gomul, hevur sett amsing á dagskránna, og tað fegnast formaðurin í Pedagogfelagnum um. Hann heldur, at dagstovnalógin inniheldur nógv gott, men tað gongur heldur striltið at fylgja orðingunum í lógini.
Atferðar trupulleikar
Formaðurin í Pedagogfelagnum vísir á, at tað er ikki bara fyri einki, at saknur er á pedagogum á dagstovnum.
? Uppgávurnar hjá pedagogum í dag eru so krevjandi og stórar, at tað krevur útbúgvin fólk, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Eitt økið, har pedagogar serliga kunna vera hentar, er í sambandi við børn við atferðar trupulleikin ella við serligum tørvi.
? Pedagogar eru sera hentir til seruppgávur. Tað snýr seg um at síggja og fanga børn við serligum tørvi so tíðliga sum gjørligt. Annars kann tað vera til óbøtaligan skaða, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Tá nýggir stovnar verða latnir upp, so spæla pedagogarnir ein ógvuliga lítlan leiklut í upp-byggjandi arbeiðinum, og tað heldur Jarvin Feilberg Hansen vera átaluvert.
? Støðan í løtuni er ikki í lagi. Tað eru ov lítið av útbúgnum pedagogum á stovnunum, og tað tryggjar ikki kvalitetin, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Størri samstarv við skúlar
Á frítíðarskúlunum kring landið, starvast nógvir pedagogar. Har verður eisini miðað ímóti at hava tveir triðingar av útbúgnar pedagogar. Sjálvur er Jarvin Feilberg Hansen ikki so glaður fyri heitið Frítíðarskúli, tá hesin skúli ikki hevur nakað at gera við sjálvan fólkaskúlan sum so.
Formaðurin í Pedagogfelag-num heldur so avgjørt, at eitt tættari samstarv og øðrvísi skipað yvirgongd millum dagstovn og skúli hevði verið heppin.
? Vit hava saknað, at tað verður sett størri fokus á hatta økið. Tað er eisini nakað, vit hava roynt at tosað við Lærarafelagið um, og tað vildi verið upplagt at arbeitt víðari við hesum, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Útbúgving
Tað er ikki vantandi áhugi, sum ger, at tað resta fleiri enn 160 pedagogar á dagstovnum kring landið.
Pedagogskúlin fær eini 150 umsóknir um árið, men tað eru bert tey 24, sum sleppa inn. Formaðurin í pedagogfelagnum sigur seg vita, at nógv leita sær tí heldur til Danmarkar, og tey síggjast ikki øll aftur á føroyskum stovnum.
Frá politiskari síðu verður tað avvíst at taka fleiri fólk inn á pedagogskúlan. Grundgeving er vantandi peningur.
Sjálv útbúgvingin stendur fyri broyting. Tað heldur formaðurin eisini vera neyðugt, tá ið upp-gávurnar hjá pedagogum broytast nógv við broytingunum í samfelagnum. Vit fáa ikki formannin í Pedagogfelagnum at siga, um hann heldur útbúgvingina vera nóg góða sum, men hann sigur, at nógvir góðir pedagogar koma út á marknaðinum í løtuni, og trupulleikin er serliga vantandi politiskur vilji at taka fleiri næmingar inn á skúlan.