Formaðurin og næstformaðurin halda fram

Eingin bjóðaðu teimum av

Sambandsfólk eru nøgd við leiðsluna í flokkinum

Sambandsflokkurin hevur landsfund í morgun og har skuldu tey eisini velja bæði formann og næstformanm. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er formaður og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, er næstformaður. Og á landsfundinum í morgun varð greitt, at eingin stillaði upp ímóti teimum báðum, so teir halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður.    

 

Sambandsfólk eru nøgd við leiðsluna í flokkinum