Formansskapurin ger ov nógv av

Tað er óneyðugt við vápnaðum vaktarhaldi í løgtinginum, sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, sum heldur, at formansskapurin í tinginum hevur yvirreageraða eftir hendingina fyri 10 døgum síðani

 

Tað eru ikki allir løgtingsmenn, sum eru glaðir nýggja vaktarhaldið í løgtinginum.

Tað var eftir hendingina fyri 10 døgum síðani, tá ein maður eftir øllum at døma ætlaði at gera seg inn á ein tingmann, at formansskapurin tók trygdina hjá løgtingsmonnunum til viðgerðar.

Úrslitið var, at á næsta tingfundi stóð vápnaður løgreglumaður á varðhaldi í gongini.

Hetta heldur løgtingsmaðurin Jógvan við Keldu er at fara ov langt.

? Eg haldi, at formansskapurin hevur yvirreagerað, og eg eri ímóti slíkum vaktarhaldi í tinginum, sigur hann.


Kennir seg tryggan

Jógvan við Keldu sigur, at hann kennir seg tryggan at fara til arbeiðs í tinginum fyri tað um einki vaktarhald er.

? Føroyingar eru eitt friðarfólk, og vit hava eitt lítið land, har slíkar hendingar sera sjáldan koma fyri. Hóast hesa hendingina í tinginum, kenni eg meg púra tryggan, tá eg eri til arbeiðis í tinginum, sigur hann.

? Hóttanin kann altíð koma frá sjúkum ella ávirkaðum fólki, og vit skulu hugsa um, at tað eru nógvir aðrir stovnar, sum kunnu krevja líknandi vaktarhald. Tað hevur løgreglan ikki orku til.

? Eru tað fólk, sum eru drukkin, óð ella sjúk, so er tað neyvan rætti mátin at møta teimum við einum vápnaðum vaktarmanni. Tað kann eisini provokera og kanska elva til óneyðugar tilburðir.


Kann koma fyri

Jógvan við Keldu hevur verið í politikki í 30 ár, og hann hevur eisini sitið í fleiri heitum sessum ? millum annað sum borgarstjóri í Klaksvík í 16 ár.

? Eg havi sjálvandi verið úti fyri onkrum hesi árini, men vit skulu ansa eftir, at vit ikki gera ov nógv av og leggja hetta á eitt støði, har tað ikki hoyrir heima, sigur hann.

? Sjálvt um at tú verjir teg so væl, sum tú kanst, so kunnu slíkir tilburðir koma fyri, men teir eru sera sjáldsamir. Tí er tað skeivt at seta vápnaðan løgreglumann at halda vakt í tinginum.

Jógvan við Keldu heldur, at tá nýggja løgtingshúsið verður klárt, fara fólk at arbeiða í móttøkuni, og tey kunnu boða frá, um okkurt serligt er áfatt.