Sosialistiski Vinstraflokkurin í Noreg fekk nýggjan formann um vikuskiftið. Kristin Halvorsen, sum hevur vrið floksformaður síðani 1997, tók ikki við afturvali á landsfundi floksins, og í hennara stað valdi fundurin Audun Lysbakken.
Kristin Halvorsen heldur tó fram í stjórnini, har hon umsitur eitt nú barna- og javnstøðumál. Hon hevur verið ráðharri síðani 2005. Tey fyrstu fýra árini var hon fíggjarmálaráðharri, og hon er tann fyrsta norska kvinnan, sum hevur røkt tað embætið.
Kristin Halvorsen varð fyrstu ferð vald í Stórtingið í 1989.