Formansstríð

Fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin Ehud Barak umhugsar nú at fara aftur upp í politikk. Í hvussu er hevur hann boðað frá, at hann ætlar sær at royna at fáa formansstarvið í Arbeiðaraflokkinum aftur. Í løtuni er Amir Perez formaður í flokkinum. Hann er verjumálaráðharri í samgongustjórnini, og hansara umdømi er versnað munandi síðanbi kríggið millum Ísrael og Hizbollah. Ehud Barak, sum er fyrrverandi generalur í ísraelska herinum, legði í sínari forsætisráðharratíð stóran dent á at fáa frið við palestinar. Samráðingarnar slitnaðu kortini í 2000, og árið eftir tapti Barak tjóðartingsvalið til Ariel Sharon. Aftan á ósigurin tók Barak seg burtur úr politikki, men nú ætlar hann so at royna aftur.