Formansumfar í Føroyahúsinum

Hóskvøldið 13. oktobur skipar MFS fyri formansumfari til komandi løgtingsval í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Luttakarar eru Jørgen Niclsen úr fólkaflokkinum, Johan Dahl úr sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr javnaðarflokkinum, Kári á Rógvi úr sjálvstýrisflokkinum, Høgni Hoydal úr tjóðveldi, Poul Michelsen úr framsókn, umframt eitt umboð fyri miðflokkin.

 

Tiltakið byrjar kl 19.30 og heldur áfram til kl 23.00.

 

Ynskja útisetar valrætt til føroyska løgtingsvalið, skal umsóknin sendast til seinastu bústaðarkommunu í føroyum áðrenn leygardagin 8. oktobur.