Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur, at mangt broytist á mansins ævi.
Ikki er orðatak fest at nøkrum ávísum, men í hesum føri fara vit at brúka tað í sambandi við húsabygging.
Tað er sjálvsagt, at tað dag og dagliga henda tekniskar broytingar, sum gera arbeiði lættari og úrslitið betri.
Og onkuntíð er talan um rættiliga stórar broytingar.
Fyri eini tíð síðan sat Helgi Olsen og læs í einum norskum verkfrøðingablað og har sá hann eina søgu um eitt nýtt slag av formum til húsagrundir.
Skipanin virkar á tann hátt, at plastikkelementir verða sett upp og so verða tey standandi aftaná at stoypiarbeiði er liðugt.
Helgi gjørdist ikki sørt bilsin og hugtikin av hesum nýggja háttinum at gera húsagrundir.
Men at tað liggur álvara aftanfyri sæst av at júst henda »skipan« varð vald til ársins byggiprodukt í Kanada í 1997.
Umboðar formarnar
í Føroyum
Sum nevnt gjørdist Helgi Olsen rættiliga hugtikin av formunum.
Hann hugsaði við sær sjálvum, at tá teir kunnu byggja hús á henda hátt í Kanada og Noregi, so skuldi ikki verði nakað til hindurs fyri, at henda skipan eisini kann brúkast í Føroyum.
Tí hevur Helgi Olsen fingið sær tað føroyska agenturi uppá formarnar og nú vónar hann sjálvsagt, at timburmeistararnir fara at taka undir við hesi nýggju loysnini.
Byrjar við
egnum húsum
Fyri stuttari tíð síðan fór Helgi Olsen undir at byggja síni egnu hús, og til grundna brúkar hann hesar nýggju formarnar.
Nógvir timburmeistarar hava verið framvið og hugt hvussu henda nýggja skipan virkar, tí tað er jú nakað, sum eingin fyrr hevur s æð í Føroyum.
Men hvør er so munurin millum eina »vanliga« grund og eina »plastikkgrund«?
? Tað er nógv, sum verður gjørt øðrvísið við eini »plastikgrund« enn við eini vanligari grund.
? Fyri tað fyrsta er ein »plastikkgrund« tynnri enn ein vanlig grund, og harvið fer munandi minni betong í hana og tað ger hana nógv bíligari. Tað fara umleið 100 litrar av betong fyri hvønn fermetur í eina slíka grund, meðan tað fara millum 150 og 200 litrar fyri hvønn fermetur í eina vanliga grund.
? Men størsti munurin er tó, at ein grund sum henda heldur uppá tað vatni, sum er í betonginum og tí verður tað nógv sterkari enn betong vanliga er, tí at í teimum tornar vatni burtur.
Lítið og einki
viðlíkahald
Men tað er ikki alt. Av tí at formarnir verða standandi eftir at grundin er komin upp, so verður nógv minni viðlíkahald av eini grund sum hesi enn tað er við eini vanligari grund, sum ofta skal bæði pussast og málast fleiri ferðir gjøgnum tíðina.
Formarnir til eina plastikgrund kosta umleið 25 túsund krónur, men Helgi Olsen heldur, at teir pengarnir eru væl givnir út.
? Teir pengarnir verða spardir væl og virðiliga inn aftur í longdini.
Skjót at seta upp
Helgi Olsen er væl nøgdur við skipanina, nú hann hevur roynt hana.
? Tað er sjálvandi ein vanaspurningur. Tá tú hevur sett nakrar grundir upp við hesum formunum, so gongur tað skjótari og skjótari at seta formarnar upp.
Sum nevnt er skipanin soleiðis háttað, at tað ber til at stoypa ein grund upp í einari uppseting og gott og væl tað.
Formarnir verða settir upp og so verður jarnið sett ígjøgnum hol, sum eru í formunum.
Hvussu tað fer at gangast við at selja skipanina til føroyskar timburmeistarar er ikki lætt at siga, men livst so spyrst. Sosialurin ynskir Helga Olsen góða eydnu við húsunum