Formenn kjakast í Miðlahúsinum

Fríggjakvøldið verða seinastu orðini í almenna valstríðnum søgd á Rás2, tá ið formenninir í flokkunum fara at kjakast í Miðlahúsinum.

Seinastu vikurnar hava valevni og flokkar ført eitt lívligt og miðvíst valstríð. Flokkarnir hava ídnir kjakast í loftmiðlunum, bløðunum, á heimasíðum og á sosialum netverkum. Endaleysar plakatir og óteljandi skelti eru hongd upp í bý og á bygd. Og valevni hava roynt at ført seg fram millum fólk.

Nógv orð hava verið søgd, nógvar loysnir eru drignar fram, og nógvir trupulleikar eru diskuteraðir. Alt verður gjørt fyri at fáa so stórt vald sum tilber eftir løgtingsvalið leygardagin.

Veljarakanningarnar, sum hava verið gjørdar, hava givið ymisk úrslit. Framvegis eru teir fýra stóru flokkarnir væl størri enn hinir. Og teir báðir smáu flokkarnir, sum eru í løgtinginum í løtuni, hava fingið kapping frá enn einum flokki, sum stendur til at fáa umboð í løgtinginum.

Nú eru bert fáir dagir eftir at føra valstríð í, tí leygardagin fara føroyingar á val fyri at gera av, hvussu løgtingið skal mannast komandi árini.

Endaspurturin í valstríðnum verður á Rás2 fríggjakvøldið. Frá klokkan 22.00 fara formenninir í flokkunum at kjakast í Miðlahúsinum, har fólk eru vælkomin innar at fylgja kjakinum. Rás2 sendir beinleiðis frá kjakinum.

Kaj Leo Johannesen og Høgni Hoydal fara at kjakast um ríkisfelagsskap og blokk. Aksel Johannesen og Jørgen Niclasen fara at kjakast um skatt og almennar útreiðslur. Og Kári á Rógvi, Jenis av Rana og Poul Michelsen fara at kjakast um fólkavøkstur, útbúgving og etisk mál.