Týsdagin 1. apríl 2008 undirskrivaðu Høgni í Stórustovu FSF-forseti og Torkil Holm Petersen, nevndarformaður í p/f Formula.fo, undir ein sáttmála, sum leingir sponsoravtaluna um Formuladeildina fram til endan av 2008. Torkil Holm Petersen, nevndarformaður í p/f Formula.fo er fegin um at samstarvið kann halda áfram: - Á henda hátt fáa báðir partar nakað burturúr, og samstundis hava partarnar sama endamál, nevniliga at vera fremst í kappingini, sigur Torkil Holm Petersen, ið 1. mars í ár lat stjórasessin í felagnum yvir til Hákun Steingrímsson. Eisini forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Høgni í Stórustovu, fegnast um Formula-avtaluna, ið hann metir, fer at gagna fótbóltinum. Hann staðfestir eisini, ta tað hevur stóran týdning, at fótbólturin og vinnulívið ganga hond í hond.