Formurin skal testast

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur boðað 18 spælarunum í heimligu kappingini frá, at hann vil hava hesar til sonevndan fysiskan test tann 20. mars.
Testirnir eru partur av nýggja táttinum hjá landsliðsleguni, har Magni Mohr nú eisini er knýttur at hópinum. Við at taka ávísar testir ávísar tíðir av árinum, vil landsliðsvenjarin tryggja sær, at spælararnir likamliga eru nóg væl fyri, eins og fysiski venjarin eisini kann koma við vegleiðing til einstøku spælararnar, um ávísir lutir skulu betrast. Teir 18, sum hava fingið boð, er Jákup Mikkelsen, Hanus Thorleifsson og Fróði Benjaminsen úr B36. Bárður Johannesne, Janus M. Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rasmus Nolsøe og Mortan úr Hørg úr HB. Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør úr KÍ. Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi. Pauli G. Hansen og Jónhard Frederiksberg úr Skála. Jann Ingi Petersen úr B68, Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ og Óli Johannesen úr TB.