Fornfrøðilesandi funnið silvurskatt norðan fyri Aarhus

Ein ungur fornfrøðilesandi frá Aarhus Universitet hevur funnið ein sera áhugaverdan silvurskatt við tilknýti til bæði Russland, Ukraina og bretsku oyggjarnar. Fundurin undirstrikar støðuna hjá Aarhus sum altjóða miðdepil í víkingaøldini.

22 ára gamli fornfrøðilesandi Gustav Bruunsgaard var gleðiliga bilsin, tá hann í vár gekk við einum metaldetektara á Elsted norðan fyri Aarhus. Tað skrivar Moesgaard Museum í tíðindaskrivi.

Knappliga pípti metaldetektorurin hjá honum hart, hann tók í ein lítlan spaka, sum hann hevði við sær, og fann eitt silvurarmband. Nakrar dagar seinni kom hann aftur á staðin og fann seks armbond afturat.

Silvurskatturin er nú mettur av donskum og altjóða serfrøðingum, sum koma til ta niðurstøðu, at hann stavar frá víkingaøld.

Silvur var virðismát í víkingaøldini. Tilsamans sjey armbondini, sum Gustav hevur funnið, viga tilsamans meira enn eitt hálvt kilo. Armbond sum hesi vóru lagað til eina felags vektskipan, soleiðis at virðið á teimum einstøku ringunum lættliga kundi síggjast.

Gustav Bruunsgaard, fornfrøðilesandi, við sínum metaldetektara nærhendis fundarstaðnum - Mynd: Moesgaard Moesgaard/Poul Madsen


Tað virkaði sum gjaldsmiðil og handil, umframt at vísa fíggjarliga førleikan hjá eigaranum.

Fornfrøðingar meta, at ringarnir umboða eitt týðandi virði. Tey hava verið dagfest til 800-talið, sum merkir, at ringarnir verða hildnir at vera framleiddir í Suðurskandinavia, helst í Danmark.

Tann eini upprullaði ringurin er av einum slag, sum upprunaliga kom úr Russlandi ella Ukraina, sum síðani hevur verið eftirlíknað í Norðurlondum. Teir tríggir bandformaðu, stemplaðu ringarnir eru av suðurskandinaviskum slag, sum gav íblástur til armband í Írlandi, har teir gjørdust sera vanligir.

Tey trý slættu armbondini eru sjáldsom, men eru kend úr Skandinavia og Onglandi.

"Elstedgårdskatturin er eitt fantastiska áhugavert fund frá víkingaøldini, sum knýtir Aarhus saman við Russlandi og Ukraina í eystri og bretsku oyggjarnar í vestri." Á hendan hátt leggur fundið dent á, hvussu Aarhus var ein miðdepil í víkingaheiminum, sum gekk heilt úr Norðuratlantshavi til Asia," sigur Kasper H. Andersen, ph.d. og søgufrøðingur á Møesgaardsavni.

Silvurskatturin kann upplivast á Moesgaard Museum.



Fakta:

• Ringarnir eru funnir í einum vølli við Elsted, har spor av niðursetubygdum frá víkingaøld áður eru funnin.

• Elstedgårdskatten er ein sokallaður stórdanskur, sum eftir eitt framsýningarskeið á Moesgaard savni, verður latin Tjóðsavninum.

Gustav Bruunsgaard, fornfrøðilesandi, við sínum metaldetektara nærhendis fundarstaðnum - Mynd: Moesgaard Moesgaard/Poul Madsen