Seinastu vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2010 verða nú seld í
forsølu. Færri enn 1000 vikuskiftispass eru eftir at selja í forsølu, og
mikukvøldið steðgar forsølan.
Færri enn 1000 vikuskiftispass eru eftir at selja í forsølu, og forsølan
heldur fram til mikukvøldið. Tá steðgar forsølan, um tað ikki er útselt
áðrenn, siga fyrireikararnir.
Hósdagin fáast vikuskiftispass bert við dyrnar, men tá hækkar prísurin
eisini. Í forsølu kostar vikuskiftispassið 975 krónur, við dyrnar verður
prísurin 1100 krónur.
Summar Festivalurin byrjar hóskvøldið og heldur fram fríggjadagin og
leygardagin.