Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur í orðsins rætta týdningi tikið nýggjar miðalar í brúk fyri at spreiða boðskapin um coronavirsu.
Hon brúka videotænastuna Youtube, har hon saman við youtubaranum Alexander Husum greiðir frá um coronavirus.
Tað ger hon í eini video á hansara kanal, sum hevur 382.000 fylgjarar.
– Vælkomin her í Forsætismálaráðið til enn ein tíðindafund um corona. Eg plagi at standa her í hesum døgum við fleiri fólkum frá donsku myndugleikunum. Eitt sindur øðrvísi er tað í dag, byrjar Mette Frederiksen videoina.
– Vit eru fyri fyrstu ferð á tíðindafundi á YouTube. Og við lið mína stendur eisini Alexander. Og vit fara í dag at leggja dent á tað, sum kanska ikki so nógv verður tosað um á tíðindafundunum. Nemliga hvussu skulu vit vera í coronaspurninginum, tá vit eru ung, sigur Mette Frederiksen.
##med2##
Videoin er løgd á YouTube í gjárkvøldið, og stutt eftir var hon víst 45.000 ferðir.
– Eg fari í dag at tosa við sama álvarsemi, sum á tíðindafundunum, tí vit standa í eini sera álvarsamari støðu, segði Mette Frederiksen í videoini.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at sígga videoina.
/ritzau/