Forsætismálaráðið noktar starvsfólkum at hava TikTok

Forsvarets Efterretningstjeneste mælir frá at nýta kinesisku appina, sum kann savna saman dátur úr telefonum

TikTok má ikki installerast á tænastutelefonir ella teldlar í Forsætismálaráðnum. (Arkivfoto). - Foto: Matt Slocum/Ritzau Scanpix

Forsætismálaráðið í Danmark hevur gjørt av at banna starvsfólkum sínum at hava kinesisku appina TikTok á tænastutelefonum og teldlum.

Tað upplýsir Forsætismálaráðið fyri Ritzau.

Bannið kemur, eftir at Forsvarets Efterretningstjenestes Center for Cybersikkerhed (CFCS) fyr tveimum vikum síðani frámælti starvsfólkum hjá statinum í til dømis aðaráðum at brúka sosiala miðilin.

– Center for Cybersikkerhed hevur tann 24. februar sent út tilmæli viðvíkjandi TikTok, skrivar Forsætismálaráðið í einum skiftligum svari.

– CFCS frámælir nýtslu av TikTok á tænastueindum, sum verða brúktar av statsligum myndugleikum og mæla sum heild til, at TikTok verður brúkt við umhugsni.

– Við tí bakgrund má Tiktok ikki verða installerað á tænastutelefonir ella teldlar í Forsætismálaráðnum.

TikTok er ein vælumtókt app, har brúkarar deila smá filmsbrot sínamillum. Men appin savnar eisini saman stórar nøgdir av dátum frá telefonini ella teldlinum, sum hon er installerað á.

Eftir at  Forsvarets Efterretningstjeneste hevur frámælt at brúka TikTok, hava fleiri aðalráð gjørt tað sama við einum banni.

Veðurlags-, Orku- og Veitingarmálaráðið og Løgmálaráðið hava til dømis bannað appini á tænastutelefonum og teldlum.

Verjumálaráðið, sum Forsvarets Efterretningstjeneste hoyrir undir, hevur ikki sett forboð ímóti TikTok.

Uttanríkisráðið vil ikki upplýsa, hvørjar appir verða nýttar á telefonum hjá starvsfólkum.

Ritzau hevur spurt Forsætismálaráðið, hví tað ikki er ein felags linja fyri handfaring av TikTok í øllum aðalráðum. Hesum hevur Forsætismálaráðið ikki svarað.

/ritzau/

 


 

 

TikTok má ikki installerast á tænastutelefonir ella teldlar í Forsætismálaráðnum. (Arkivfoto). - Foto: Matt Slocum/Ritzau Scanpix