Í veruleikan er nýggi stjórnarleiðarin í Bretlandi so kroyst, at hildið verður, at hon kann verða noydd úr starvinum um ikki so langa tíð.
Tí hevur bretska tabloidblaðið Daily Star gjørt eina kanning av haldførinum hjá Liz Truss. Blaðið er farið at livestreama á Youtube við eini mynd av Liz Truss til vinstru og einum salathøvdi við eygum, munni og parykki til høgru.
– Klárar Liz at halda longri enn eitt salathøvd? verður spurt í vyriskriftini.
Endamálið er at vita, um Truss missir stjórnarleiðarasessin, áðrenn salathøvdið rotnar. Hugskotið kann hava sín íblástur úr eini klummu í blaðnum The Exconomist, sum skrivar, at Truss hevur » haldføri sum eitt salathøvd«.
Tað er ein umstrídd skattaætlan, sum hevur ført nýggja stjórnarleiðaran í Bretlandi út í politiskt ódnarveður. Hon hevur verið forsætisráðfrúa í seks vikur.
/ritzau/
##med2##