Frælsisflokkurin (PVV) tók seg í dag úr hollendsku stjórnini, sum varð skipað í juni í fjør.
Hollendski forsætisráðharrin, Dick Schoof, leggur frá sær, eftir at flokkurin hjá Geert Wilders, Frælsisflokkurin PVV, tók seg úr stjórnini.
Tað skrivar Reuters.
Wilders tók flokk sín úr hollendsku stjórnini orsakað av ósemju um tilflytarapolitikkin.
Stjórnarsamgongan varð skipað í juni í fjør.
Umframt Frælsisflokkin vóru tríggir aðrir konservativir flokkar í stjórnini: Fólkaflokkurin fyri Frælsi og Tjóðveldi (VDD), Nýggi Samfelagssáttmálin (NSC) og Bónda-borgararørslan (BBB).
/Ritzau/