Forsætisráðharrin í Italia fer úr starvi

Avgerðin hjá Mario Draghis er tikin orsakað av stjórnarkreppuni í landinum

Italienski forsætisráðharrin Mario Draghi, hevur fyri stuttari tíð síðani boðað frá, at hann fer úr starvinum sum forsætisráðharri.

 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters

 

- Tær neyðugu treytirnar fyri at halda fram sum samgongustjórn eru ikki longur til staðar. Tann álitssátmálin, sum stjórnin varð grundað á, er burtur.

 

Forsætisráðharrin fer í kvøld at handa italienska forsetanum sína uppsøgn.

 

Mario Draghis vann atkvøðusgreiðsluna í senatinum fyrr í dag, sum snúði seg um ein hjálparpakka til fólkið, orsaka av prísvøkstrinum í landinum. Men flokkurin Fimm Stjørnu Rørslan, ið er partur av samgongustjórnini, boykottaði atkvøðusgreiðsluna.

 

Fimm Stjørnu Rørslan valdi ikki at luttaka í atkvøðusgreiðsluni, tí tey meta, at hjálparpakkin átti at verið størri.

 

Mario Draghi hevur sitið sum forsætisráðharri síðan februar 2021.