Forsetafrúan tók gullið við sær

Bretska blaðið The Independent vil vera við, at Leila Trabelsi, sum er kona frákoyrda tunesiska forsetan, Zine Al-Abidine Ben Ali, tók hálvt annað tons av gulli við sær, tá hon rýmdi av landinum. Tað heldur sjáldsama viðførið er einar 350 milliónir krónur vert.

Sambært blaðnum fór Trabelsi inn í tjóðbankan í høvuðsstaðnum Tunis og kravdi at fáa gullið. Sum skilst mótmælti bankastjórin, men valdi at enda at slaka. Tunesiski tjóðbankin avsannar í dag tíðindini, sum The Independent hevur fingið tey frá fronskum fregnartænastukeldum.

Ben Ali og konan flýddu úr Tunesia seinasta fríggjadag. Tey góvu flogskiparanum boð um at seta kós ímóti París, tí tey ætlaðu sær til Fraklands. Men tá fronsku myndugleikarnir noktaðu at taka ímóti forsetahjúnunum, fekk flogskiparin boð um at venda og at seta kós ímóti Saudiarabia ístaðin fyri, og har eru forsetahjúnini nú.