Forsetaval í USA: Buttigieg á odda í Iowa

Ein ávegis uppteljing í Iowa vísir, at Pete Buttigieg er á odda í kappingigni um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.

Nú tveir triðingar av atkvøðunum eru taldar við sonevnda caucus í Iowa, er Pete Buttigieg á odda. Caucus svarar til tað vit vanliga meta sum veljarafundir.

Veljararnir hava skula peikað á, hvønn tey helst vilja av sum valevni fyri Demokratiska flokkin. Tann persónurin, sum at enda verður tilnevndur, skal kappast við sitandi forseta, Donald Trump, á valinum í november.

Bernie Sanders hevði, tá 62 prosent av atkvøðunum vóru taldar, næststørstu undirtøkuna, meðan Elizabeth Warren fekk triðflestar atkvøður í statinum Iowa. Fyribils uppteljingin vísir, at fyrrverandi borgarstjórin úr South Bend, Indiana, Pete Buttigieg, hevur fingið 26,9 prosent av atkvøðunum. Tann vinstrasinnaði senatorurin Bernie Sanders úr Vermont hevur fingið 25,1 prosent og tann framsókni senatorurin úr Massachusetts Eli<abeth Warren 18,3 prosent.

Fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, kemur á eitt skuffandi fjórðapláss við 15,6 prosentum av atkvøðunum, meðan senatorurin Amuy Klobuchar úr Minnesota stendur til 12,6 prosent.

Valúrslitið skuldi havt verið klárt í nátt, men trupulleikar hava útsett tað í næstan eitt samdøgur.

/ritzau/