Tey fyrstu av teimum meiri enn 90.000 russisku valstøðunum lótu upp í kvøld, og klokkan fimm seinnapartin í morgin lata tey seinastu valhølini aftur.
Allar meiningakanningar vísa, at Vladimir Putin, forsætisráðharri, fer at vinna valið. Tær seinastu kanningarnar siga, at hann fær umleið 60 prosent av atkvøðunum. Hendir tað, verður hann valdur longu í fyrra umfari. Skuldi tað hent, at einki valevni fær meiri enn 50 prosent, verður seinna umfar ímillum tey valevnini, sum fáa flest atkvøður í hesum umfarinum.
Men tað er lítið, sum bendir á, at tað verður neyðugt við einum umfari afturat. Sambært meiningakanningunum fær kommunisturin Gennadij Sjuganov næstflestar atkvøður ella umleið 15 prosent.