Forseti í Argentina vápnasmuglari

Fyrrverandi forsetin í Argentina, Carlos Menem (myndin), er dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri vápnasmugling.

Í 90-unum smuglaði hann vápn til Kroatia og Ecuador, og eftirsum hesi bæði londini vóru umfevnd av altjóða vápnaforboði, er brotsverkið at meta sum serliga álvarsligt.

82 ára gamli Menem er nú senatorur, og tað merkir, at senatið má taka órinið frá honum, um hann skal kunna koyrast í fongsul.

Ger senatið ikki tað, kann Menem ikki verða koyrdur inn at sita fyrr enn í 2017, tá valskeið hansara í senatinum gongur út.