Forsetin í Iran í tyrluvanlukku – støðan er ókend

Tyrlan við forsetanum í Iran hevur verið í eini vanlukku. Bjargingarlið er á veg. Støða forsetans er ókend

 

Forsetin í Iran, Ebrahim Raisi (vinstrumegin, red.), sæst her saman við forsetanum í Aserbajdsjan, Ilham Aliyev, á vitan við byrgingina í marknaøkinum í dag beint áðrenn tyrluvanlukkuna. - Foto: Iran''s Presidency/Reuters  

Ein tyrla við forsetanum í Iran, Ebrahim Raisi, umborð, hevur verið fyri eini vanlukku. 

Tað sigur iranska ríkissjónvarpið í dag.

Tað er einki frætt um støðuna hjá forsetanum.

– Tað er hend ein vanlukka við eini tyrlu við forsetanum umborð, sigur ríkissjónvarpið.

Vanlukkan er í landspartinum Eysturaserbajdsjan í ringum veðri.

Bjargingarlið eru á veg á vanlukkustaðið fyri at finna hann og embætismenn, sum vóru við tyrluni.

Hossein Amir-Abdollahian, uttanríkisráðharri, var kanska eisini við í tyrluni.

– Ringa veðrið og mjørki hava gjørt tað trupult hjá bjargingarliðum at røkka fram til vanlukkustaðið, sigur ríkissjónvarpið.

Í iranskum sjónvarpið síggjast myndir av fólki, sum biða fyri, at Raisi er óskaddur. Vanigu sendingarnar eru avbrotnar, skrivar tíðindastovan Reuters.

Ein iranskur embætismaður, sum er ónenvdur, sigur við Reuters, at bæði forsetin og uttanríkisráðharrin eru í lívsvanda.

Viðkomandi sigur, at »vit vóna framvegis, men kunningin av vanlukkustaðnum er stúrandi«.

##med2##

 

Eysturaserbajdsjan er ein av teimum 31 landspørtunum í Iran og liggur útnyrðingspartinum av landinum á markinum til millum annað Aserbajdsjan.

Vanlukkan hendi í einum fjallaríkum skógarøki, sum eitur Dizmar, sigur ranska tíðindastovan Irna.

Forsetin var partur av eini konvoj við trimum tyrlum. Hinar báðar komu fram í øllum góðum.

Fyrr í dag vitjaði Raisi eina byrging á markinum til Aserbajdsjan. Eisini forsetin í Aserbajdsjan, Ilham Aliyev, var við byrgingina.

Raisi hevur verið forseti síðani 2021.

Hann verður mettur sum ein ógvuliga konservativur politikar við tøttum bondum til landsins leiðara ayatollah Ali Khamenei. Hann verður eisini mettur at vera møguligur avloysari hjá Khamenei.

Í skeiði hansara sum forseti hevur verið sligið hart niður á mótmæli, og landsins morallógir eru herdar.

/ritzau/AFP

 

 

Forsetin í Iran, Ebrahim Raisi (vinstrumegin, red.), sæst her saman við forsetanum í Aserbajdsjan, Ilham Aliyev, á vitan við byrgingina í marknaøkinum í dag beint áðrenn tyrluvanlukkuna. - Foto: Iran''s Presidency/Reuters  

Raisi verður mettur sum ein ógvuliga konservativur politikar við tøttum bondum til landsins leiðara ayatollah Ali Khamenei. Hann verður eisini mettur at vera møguligur avloysari hjá Khamenei. (Arkivfoto). - Foto: -/Ritzau Scanpix