Tann nýtilnevnda stjórnin í Fraklandi var í dag á Elyseeborgini og tosaði við Francois Hollande, forseta. Undan fundinum segði forsætisráðharrin, Jean-Mark Ayrault, at stjórnin skuldi tosa við forsetan um eitt uppskot um at lækka lønina hjá ráðharrunum 30 prosent. Forsætisráðharrin legði afturat, at ætlanin er eisini at lækka lønina hjá forsetanum 30 prosent.
Ayrault segði við tíðindafólk, at tað er neyðugt, at landsins leiðandi fólk ganga undan sum góðar fyrimyndir. Umframt at skerja lønina ætlar stjórnin at avmarka møguleikarnar hjá ráðharrunum at fáa nakra inntøku afturat ráðharralønini. Harafturat sleppa ráðharrar ikki at røkja nakað annað starv ella at átaka sær nakað, sum kann ávirka teirra arbeiði sum ráðharrar.
Í teirri nýggju fronsku stjórnini eru 34 ráðharrar, 17 menn og 17 kvinnur.