Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Jógvan Joensen, var fyri fyrstu ferð við í Grand Prix kapping í ár, har hann gjørdi bart við at telva seg upp á eitt javnt annað pláss saman við fyrrverandi føroyameistaranum Torkili Nielsen. Hetta má sigast at vera eitt megnar úrslit fyri forsetan, sum var styrkismettur á einum sætta plássi áðrenn kappingina. Eftir ótroyttandi arbeiði fyri TSF í fleiri ár, skuldi ein trúð, at sera lítil tíð var til venjing og telving hjá Jógvani. Hugsast kann, at ein væl skipað FM kapping fyri ung seinasta vikuskifti hevur givið forsetanum sálarligan íblástur til góða úrslitið.
Jógvan vann ein mann móti Olafi Berg í toppdystinum í kappingini, men megnaði tó ikki at fáa nakað burtur úr tí talvinum, sum var hansara einasta tap.
Við sigri á Olafi kundi forsetin tikið einaræði á kappingini og farið avstað við øllum Grand Prix stigunum.
Torkil hálar inná
Torkil Nielsen hevur luttikið í tveimum GP kappingum, har hann báðu ferðir hevur fingið eitt annað pláss, hesaferð saman við Jógvani Joensen. Hetta merkir, at hann endaði framman fyri báðar oddafiskarnar í samlaðu kappingini og hálar tí tvey stig inn á teir. Nú eysturríkararnir fara at nærkast Føroyum, er ikki óhugsandi, at Torkil fer at taka dik á seg næstu kappingar og snýkja seg avstað við sigrinum.
Olaf fór við stigunum
Vinnari av kappingini gjørdist ungi havnarmaðurin Olaf Berg. Hetta var fyrsta GP kappinigin hjá honum, og tí eisini seinasti møguleikin at gera seg galdandi í kappingini um GP meistaraheitið. Tað er krav, at luttakararnir skulu minst hava luttikið í seks kappingum fyri at vera við í samlaðu kappingini. Tá bert fimm kappingar eru eftir, taldi kappingin í Sandavági sum tann sætta hjá Olafi.
Tó er tað eingin forðing fyri Olaf, at hann ikki hevur luttikið áður. Vinnur hann kappingarnar, ið eru eftir, fer hann eisini avstað við meistaraheitinum.
Oddurin óbroyttur
Harðast hevur leikað á millum Finnbjørn og Ólav, men hvørgan teirra fekk tað stóra burtur úr kappingini seinasta vikuskifti. Báðir endaðu javnir á ávikavist fjórða og fimta plássi, og tí var støðan óbroytt.
Finnbjørn tapti móti Jógvani og Torkili, men afturfyri smurdi hann Olaf av og fekk tí bjargað sær tvey og eitt hálvt GP stig. Ólavur fekk eisini ein dyggan smeit, har hann tapti móti unga Jón Gregersen í øðrum umfari, og tá Olaf eisini var náðileysur, var ikki nógv at heinta.
Tríggjar ratingvirðislønir
Ratingvirðislønirnar vórðu býttar upp í tríggjar bólkar. Besta avrik undir 1700, 1400 og 1100.
Í bólkinum undir 1700 ratingstig vann Jón Gregersen við 4½ stigum. Undir 1400 endaðu Hans D. Joensen og Vagnur Dam javnir við 3½ stigum, og í seinasta ratingbólkinum, ið var undir 1100 ratingstig, vóru tað Sára T. Olsen, Jóannes Hansen og Hermann Joensen, ið fingu 3 stig.
Mynd: OlafFinnbjørn.jpg
Myndatekstur: Olaf Berg vann kappingina við bert einum tapi móti Finnbirni Vang
---
Fakta
Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir fýra kappingar er:
Ólavur Simonsen 20,83 GP
Finnbjørn Vang 14,16 GP
Torkil Nielsen 9 GP
Olaf Berg 7 GP
Herluf Hansen 6,83 GP
Martin Poulsen 4,5 GP
Jógvan Joensen 4,5 GP
Jón Andreasen 4 GP
Rógvi Dragaberg 3 GP
Carl E. N. Samuelsen 3 GP
Bogi Hansen 2,83 GP
Vagn Heldarskarð 2,83 GP
Rógvi E. Nielsen 2,5 GP
Terji Petersen 2 GP
Jaspur T. Gaard 0,5 GP
Jón Gregersen 0,5 GP