Forsetin umhugsar kreppustjórn

Forsetin í Grikkalandi, Karolos Papoulias, fyrireikar seg nú til at senda boð eftir formonnunum í øllum teimum politisku flokkunum, sum hava umboð í tjóðartinginum. Ørindi hansara eru at kanna, um grundarlag er fyri at skipa eina kreppustjórn, eftir at tríggjar royndir at skipa samgongustjórn eru miseydnaðar.

Á tjóðartingsvalinum seinasta vikuskiftið valdu nógvir grikkar teir flokkarnar, sum eru ímóti treytunum, sum landið hevur fingið frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum fyri at fáa hjálp. Men ES hevur gjørt púra greitt, at Grikkaland skal halda treytirnar, sum undanfarna tingið góðkendi.