Forsturtøka kann skerja blokkstuðulin til Føroya

Fyrrverandi forkvinnan í Eindarlistanum Pernille Skipper segði við 24syv, at tað kann vera neyðugt at skerja ríkisveitinginga til Føroya, um landið ikki broytir núrverandi fosturtøkulóg.

 

Eindarlistin vil nú taka málið um, hvørt ríkisveitingin til Føroya skal skerjast, um ikki landið tryggjar kvinnur rætt til fría fosturtøku. Tað sigur framsøgukvinnan í javnstøðumálum og fyrrverandi forkvinnan í flokkinum, Pernille Skipper, í morgunsendingini Reporterne á 24syv.

Í Føroyum er ikki frí fosturtøka. Kvinnur í Føroyum kunnu bert fáa framda fosturtøku, um tær hava verið fyri neyðtøku ella blóðskemd, ella um vandi er fyri lívini hjá kvinnuni ella fostrinum.

Pernille Skipper leggur dent á, at Danmark skal »tosa við stórum stavum við Føroyar« um landsins fosturtøkulóg.

 

Lesið eisini: Danskir politikarar øtast um føroyska fosturtøkulóg

 

Báðir teir føroysku fólkatingsmenninir í Danmark hava sambært 24syv sagt, at teir eisini vilja hava fosturtøkulógina í Føroyum broytta. Teir siga við Raporterne á 24syv. Teir siga føroysku lógina verða dupultmoralska, kávalætna og langt frá veruleikanum.

Føroyska forsturtøkulógin er frá 1956. Tað er lóggávan, sum í Danmark varð tikin av í Danmark, tá lógin um fría fosturtøku kom í gildi í 1973, sum enn er í gildi í Føroyum. 

Kelda: 24syv