Danin Claus Moffe Nielsen, sum varð handtikin av donsku mynduleikinum fyri at hava framleitt cannasbiolju til sjúk fólk, verður at hoyra í Føroyum 6. apríl, tá hann skal halda fyrilestu um evnið.
Tað eru Gunnvá Tróndardóttir og Ragnar Joensen, sum hava bjóðað Claus Moffe Nielsen til Føroyar at tosa um cannabis. Fyrilesturin verður hildin í Hølum Starvsmannafelagsins.
Umframt fyrilesturin verður eisini pallborðsfundur við Jenis av Rana, Bjarna av Steig og Jógvan Páll Rasmussen. Ætlanin er at tiltakið eisini verður stroymað, soleiðis at tey, sum ikki fáa verið á staðnum eisini fáa fyrilesturin við.