Jákup Suni Joensen
Býráðsvalevni á lista A
Í framtíðini fær vinnan uppaftur størri týdning, tí vit kulu jú hava ein nýggjan sáttmála við danir. Hesin nýggi politiski grundvøllur kemur at krevja av okkum, at vit tey næstu uml. 15 árini, koma at yvirtaka alla okkara búskaparligu ábyrgd. Eisini við hesum málsetningi fyri framman, er tað sera umráðandi, at okkara komandi politikkarir eru greiðir yvir, at umstøðurnar hjá vinnulívinum eru fortreytirnar fyri víðari trivnaði.
Fiski- og alivinnan á sjógvi og landi skal hava allar tær sømdir, sum hugsandi fyri at økja okkara útflutningsvirði. Eg tori at pástanda, at politiski viljin hesum viðvíkjandi er ikki nóg sjónligur. Ov mong taka vinnuliga grundarlagið sum nakað givið.
Okkara egnu flutningsfeløg mugu (um neyðugt) fáa fyrimunir sammett við okkara kappingarneytar.
Vit eiga somuleiðis nógv ymisk virki, sum á ymsar mátar eru við til at gera okkum meira sjálvbjargin við alskyns vørum og tænastum.
Fyri at gera øll hesi vinnu- og váðafúsu fólk meira sjónlig alt eftir teirra innsatsi, so er neyðugt, at okkara politikkarar ganga á odda við at vísa á og stuðla, har tað er neyðugt, so at okkara egna vinna verður so stór og kappingarfør, og so eisini vird eftir innsatsi.
Alt hetta er ein fortreyt fyri, at vit kunnu fáa pengar, sum so skulu brúkast til trivnað av ymsum slag.
Jú sterkari og kappingarførari vinnulív, jú meira møguleikar verða til okakra sosialu krøv av alskyns slag.
Hesar fyritreytir er Fólkaflokkurin fullgreiður yvir, og bjoðar seg tí fram sum tann realistiski og ábyrgdarfulli flokkur hann er.