Venjarin hjá Ribery í Bayern München í Týsklandi hevur gjørt greitt, at hann ikki ynskir, at Ribery spælir landsdystin í móti Føroyum. Kortini sendi Domenech boð eftir Ribery, sum hevur verið nakað skaddur seinastu tíðina, tá hann úttók landsliðið fyri tíð síðani. Spurningurin er so, um Domenech fer at gera eftir boðunum frá Louis van Gaal, venjara hjá Bayern München, ella um hann fer at brúka hann kortini. Ribery sær í øllum førum ikki út til at vera darvaður av nøkrum skaða, tí hann vandi saman við hinum í gjár uttan nakrar trupulleikar.