Forvitnis­ligur fundur í Norður­landa­húsinum

Zakarias Wang
-------
Týskvøldið 11. febr­u­ar var fundur í Norð­ur­land­a­hús­u­num. Røðari var Bård
Frydelund, norskur søgu­­maður. Hann um­røddi hend­ing­ar­nar fyri 200 árum síð­ani í sam­bandi við frið­ar­sátt­málan millum Danmark og Svør­íki í Kiel.
Tað merkisverda var, at norski søgumaðurin hevði eina heilt aðra áskoðan um hend­ing­ar­nar tá enn ta, sum dansk­ir søgumenn bera fram.
Hann segði nevnliga utt­an himpr, at tað sum tá hendi var at Noregs ríki varð deilt í tvinnar lutir. Annar fór sam­an við Svøríki, hin parturin,
Grønland, Føroyar og Ís­land, helt fram við at vera sam­an við Danmørk.
Danskir søgumenn føra sum kunnugt nakað heilt ann­að fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norð­ur­høvum als ikki hoyrdu til Noregs ríki, men vóru felags ogn hjá Noreg og Danmørk.
Einki er í søguligu keld­­u­num sum stuðlar danska upp­á­hald­ið. Hetta er nakað, sum teir hava funnið uppá av tí at teir eru hart sperdir av Grøn­landi og Føroyum, sum hava alt ov gott um at halda um so er, at tað kem­ur til skarpskeringar mill­um okkum og Danmørk.