Forvitnislig bók um børn

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja bók

Hósdagin kemur ein nýggj bók í bókhandlarnar. Tað er bókin Rura eftir Tóru Tóroddsdóttir, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út.

Bókin er um rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum og gerandisdag teirra við tí kropsligu menningini í huga. Umrøtt verður, hvussu heilsubrek, skúli, dagstovnar og foreldur kunnu lofta teimum í felag og greiða teimum leiðina fram í lívið.

Rura er ætlað foreldrum, lærarum, pedagogum, læknum, sjúkrasystrum, ljósmøðrum, terapeutum og øllum øðrum, sum eru við til at menna børn, ansa teimum og stuðla.

Høvundurin, Tóra Tóroddsdóttir, er fysioterapeutur. Hon hevur arbeitt síðstu tjúgu árini í føroyska heilsu-, almanna- og skúlaverkinum. Í sambandi við, at bókin kemur út, verður almenn bókarframløga í Sjónleikarhúsinum í Havn hósdagin kl. 16.30.